Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nicolina Dahl, lesarabræv: 10 ára merkisdagur

(Norðlýsið – Tíðindi)

Í hesum døgum kann tekniska deild Klaksvíkar býráð halda ein heldur sermerktan merkisdag.

Í hesum døgum kann tekniska deild Klaksvíkar býráð halda ein heldur sermerktan merkisdag. Liðin eru nevniliga 10 ár, síðan menn frá kommununi ein fríggjamorgun seinast í november 1996 komu niðan á niðara enda av Skarðsvegi og brutu vegin upp. Kloakkskipanin skuldi eftirkannast og teir fóru hugagóðir til verka. Brutu telefon o.a. av og løgdu síðan stilt fyri vikuskiftið, er mær sagt. Sjálv var eg ikki heima, men boð var sent eftir næstrafólki at koma at vísa á, hvar gravast skuldi. Tað var so tað, men enn hevur kommunan ikki syrgt fyri at leggja asfalt omaná aftur og slætta vegin. Vildi hildið, at tá kommunan gravar upp, mátti hon sjálv fingið snøggað aftur. Vit væntaðu, at hetta fór at henda móti vári, men vár og summar komu og fóru og onki hendi.

Aldarskiftið kom og fór – vit fingu nýggjan borgarstjóra og bíða nú – nú hendir okkurt!! Fyrsta arbeiðsdag hjá nýggju býráðssamgonguni sæst nakað heilt fremmant í brekkuni – EIN KAVAPLÓGV! Hetta høvdu vit aldrin fyrr sæð á niðara enda av Skarðsvegi! Tað vanliga var, at kavarúgvurnar av vegunum omanfyri vórðu blakaðar oman millum okkara hús og lógu so har til ampa og gjørdu, at vit hvørki sluppu oman á Heygaveg ella niðan á Kráargøtu. Nú kom vend í. Men ólukkutíð – vandi er í hvørjari vælferð.Tá kavaplógvin fer niðan brekkuna, fær hon kjaftin undir asfaltkantin uppi í brekkuni og so kom leingi ein asfalturð at liggja, har kavin lá fyrr.

Oman og niðan brekkuna ganga fólk, knortlut er og fleiri eru vit, sum dottin eru, summi frameftir rommum og onnur afturav. Ein av yngru íbúgvunum í brekkuni misti tolið og keypti sær eitt less av asfaltgrúsi og hampaði frammanfyri hjá sær sjálvum, men restin av brekkuni sær út sum eg veit ikki hvat og regnið máar spakuliga gil i vegin.

Rætt skal tó vera rætt: vit hava fingið eina góða gøtulykt til at upplýsa hendan knortluta, illgongda veg og vit fingu eisini umsíður eitt rekkverk til vandamiklu trappuna, eftir at skrivað varð í bløðunum um tað og ringt var til teknisku deild.

Men asfaltmaskinurnar hava koyrt bæði norðeftir og heimeftir í erva og neðra og hvørja ferð hugdu vit langtandi um ikki okkara lítli vegastubbi kundi fáa burturav. Men gakk …

Og nú eru 10 ár liðin, síðan kommunan breyt vegin upp!

Teknisku deild býráðsins verður ynskt hjartaliga til lukku við merkisdegnum!

Á Skarðsvegi, 27. november 2006.