Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niðan á okara Fuji Yama

John William Joensen

Norðoya Gongufelag aftur á ferð: Sunnudagin, 20.juli, skipar Norðoya Gongufelag fyri sera spennandi gongutúri niðan á Kunoyarnakk.

Kendast av fjøllunum, ið sláa ring um Klaksvíkina, er Kunoyarnakkur, suðurendin á Kunoynni.

Sum ein ovurstór kempa, hevjar hann seg upp úr sjónum og steingir havalduna úti, ger Pollin og Vánna til eitt trygt friðskjól. So ásýndur er Kunoyarnakkur úr Klaksvík, bæði av landi og sjógvi, at hann av mongum verður sæddur sum eitt varðtekin fyri Klaksvík.
Kendi rithøvundur okkara, Robert Joensen, plagdi siga, tá Kunoyarnes var klætt í kava um veturin: "Hatta er okkara Fuji Yama". Tað er onki at ivast í, at Kunoyggin hevur gjørt sítt til at vágin hevur verið so trygg fyri skip og bátar og hevur tí verið gróðurin undir møguleikunum hjá fiskivinnuni á klaksvík.

Sunnudagin, 20.juli, verður so høvi at njóta tað avbera flotta útsýni yvir Klaksvíkina og tær nærliggjandi oyggjarnar, standandi uppi á Kunoyarnakki. Komin niðaná verður matpakki notin

Farið verður frá eystursíðuni upp á Nakkin fyri síðan at ganga oman av vestursíðuni. Spákað verður heimgjøgnum Kunoyar bygd og gjøgnum ti sera hugnaligu viðarlundina.

Enda verður í bygdarhúsinum har borðreitt verður við leskiligari máltíð

Tilmelding: á Norðoya Kunningarstovu, tel 456939 info@klaksvik.fo
Kostnaður: kr. 170,- (fyri limir) og kr. 200,- (ikki-limir)
Íroknað prísin er: bussur, ferðaleiðari og máltíð í bygdarhúsinum
Fráfaringarstað: Norðoya Kunningarstova, Varpabrúgvin 1
Túrurin er tungur og tekur umleið 6-7 tímar
Fari verður frá Kunningarstovuni kl.13:30. Møtt verður kl. 13:00
Minnist til at hava matpakka við

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum