Heyst 2015: Viðingar eru farnir niðan í Urðar eftir veðrum í morgun. Teir tólv, sum manningin telur, fara eftir tólv veðrum.
Heyst 2015: Viðingar eru farnir niðan í Urðar eftir veðrum í morgun. Teir tólv, sum manningin telur, fara eftir tólv veðrum.
Tað er av besta veðri í dag, og munnu ikki fleiri fjøll verða gingin kring landið. Á Viðareiði eru tað ikki bert veðrirnir uppi í Urðum, sum verða tiknir í dag. Teir eru eisini á fjalli í Villingadali.
Tá ið tað verður farið niðan í Urðina eftir veðrum, verður sjálvsagt farið við báti, tí eingin annar møguleiki er.
Tað sær kanska eitt sindur ógvusligt út við so nógvum monnum í einum opnum báti. Men soleiðis er tað ikki. Veðrirnir verða sigldir inn á Eiðsvík í tveimum umførum og sjálvandi ikki við øllum monnunum og dreingjunum umborð.
Av tí, at tað viðrar so væl í dag, ber til at hava so nógvar menn við sær eftir veðrunum, sum helst allir verða flettir í kvøld.
Norðlýsið hevur júst verið á tal við Jan Olsen, sum er ein av manningini. Hann sigur, at tað gongur hampiliga væl. Teir hava longu fingið 6 veðrir, so tað er bara helvtin eftir.
At fara niðan í Urðina eftir veðrum, er ikki tann tyngsta og longsta byrðan. Teir fóru úr Eiðsvík um ellivutíðina og ætla teir at verða aftur, áðrenn Manchester United spælir klokkan trý.
Jú, heystið er so smátt byrjað. Tað er vorðið eitt sindur heystligt.




