Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niðurspældir í Belfast

Jákup Ósá

Tað var lítið jaligt at skriva heim um, tá Føroyar spældu í Norður Írlandi.

Tað var lítið jaligt at skriva heim um, tá Føroyar spældu í Norður Írlandi.

Í hálvleikinum kundi eingin sagt nakað ímóti, um støðan var 5-0 ella kanska 5-1 til Norður Írland. Tað var snøgt sagt klassamunur á liðunum og Norður Írland spældi als ikki sum eitt lið, sum vanliga hevur tað trupult móti smærri tjóðum seinastu árini. Føroyar fingu eitt brotsspark, tá ein verjuleikari hevði samband við Jóan Símun og tí í einari vandaleysari støðu framdi brotsspark, sum Fróði Benjaminsen tó ikki fekk umsett til mál. Fyrri hálvleikur var nakað av tí vánaligasta, sum vit hava sæð frá landsliðnum í fleiri ár, tá vit hava mótstøðu styrkina í huga.

Í seinna hálvleiki kundi ein síggja skjótt, at Norður Írar vóru farnir at slappa meira av og helst hevur komandi landsdysturin um nakrar dagar viðført til hetta. Heimaliðið hevði fult tamarhald á dystinum, sum tá bleiv leiktur í lægri leikferð, og har munurin á liðunum ikki var so stórur. Føroyska liðið kann ikki verja seg frá dystinum við at vísa á seinna hálvleik, tí har er einki grundarlag at døma útfrá. Tað er meðan dysturin ikki er avgjørdur, at venjari og leikarar eru til próvtøku.

Miðverjan spældi illa, sentrali miðvøllurin fekk einki at rigga og teir tríggir fremstu skaptu einki nevnivert. Harafturat leiktu teir annars tryggu bakkarnir ein vánaligan hálvleik. Gunnar Nielsen í føroyska málinum var tann einasti, sum kom væl frá uppgávuni.

Mongu spurningarnir áðrenn dystin fingu í øllum førum einki svar uppá nakrar trupulleikar á liðnum. Einki svar uppá trupulleikan í miðverjuni, einki svar uppá samansetingina á miðvøllinum og einki svar uppá, hvørjir skulu manna fremstu plássini. Ein álopspartur, sum í báðum dystunum hesa EM undankappingina enn ikki hevur skapt ein hundrað prosent mál møguleika. Finnland gav tvær gávur, har onnur bleiv til mál og hin endaði á yvirleggjaranum, og í kvøld var Norður Írland í gávuhýri við brotssparkinum. Føroyska liðið hevur ikki skapt nakran stóran mál møguleika higartil í hesi EM undankappingini, um vit ikki telja áður nevndu stóru persónligu mistøkini hjá mótstøðuliðnum uppí.


Frískar leikarar inn

Týskvøldið er nýggjur dystur á skránni. Spurningurin er so, hvat landsliðsvenjarin fer at finna uppá. Ein loysn er at skifta nógv fólk út, eins og t.d. U21 landsliðið gjørdi í 2009, tá liðið skifti heilar 6 leikarar út frá Rumenia dystinum til Russland dystin 3 dagar seinni. Fyrra dystin taptu Føroyar 4-0, men móti Russlandi vunnu Føroyar 1-0. Tað kundi verið eina roynd vert, tí í kvøld var einki at heinta og skal talvan vaskast rein, so kundu nógv frísk bein, sum skulu út at sannføra venjaran um sína framtíð í uppstillingini, kanska fingið føroyingar at verið spentir aftur. Landsliðsvenjarin hevur eisini tosað um fleir broytingar, og tá ger tað einki, um vit síggja meir enn tvær-tríggjar. Tí í løtuni peikar pílurin bara niðureftir, og venjarin hevur einki at missa.