Niels Halm, ein rættur føroyavinur, var í Føroyum um vikuskiftið fyri at siga stýrinum fyri Norðurlandaúsið farvæl og annars at ynskja til lukku við 30 ára degnum. Í hesum sambandi nýtti hann høvið at heilsa uppá vinir og kenningar – eisini í Klaksvík, har hann rættiliga hevur vunnið sær vinarlag við, við sínum sáttliga lyndi.
Niels Halm, ein rættur føroyavinur, var í Føroyum um vikuskiftið fyri at siga stýrinum fyri Norðurlandaúsið farvæl og annars at ynskja til lukku við 30 ára degnum. Í hesum sambandi nýtti hann høvið at heilsa uppá vinir og kenningar – eisini í Klaksvík, har hann rættiliga hevur vunnið sær vinarlag við, við sínum sáttliga lyndi.
Fyrst Niels Halm varð settur sum stjóri í Norðurlandahúsinum í 2005, beyð Mentanardeildin hjá Klaksvíkar býráð honum at vitja og fekk hann tá høvi at síggja ymsu leikpallarnar, Klaksvík hevði á mentanarøkinum. Á henda hátt kom eisini eitt sáttligt óskrivað samstarv við Norðurlandahúsið.
Tað vórðu knýtt nógv vinarløg og dámdi Niels væl at koma norður um at ganga sær ein góðan í fjøllunum. Einaferð hevði hann eisini boðið partar av stýrinum fyri Norðurlandahúsið á eina annarleiðis ferð við tyrlu, sum setti tey av Undir hvítu Brúgv. Aftir at hava fingið ein betri bita í dýrdar veðri – varð gingið til húsa aftur eftir Árnafjarðargøtuni.
Hesa ferðina hevur hann havt ofta á munni. Men tann ferðin, sum av góðum grundum setti seg rættiliga fasta í minnið, var ein ódnarferð uppi undir rókunum eftir Myrkjanoyri – Tað var ikki ein vandaferð, men veðrið við nógvum vindi og regni vaskaði lundina reina, samstundis sum hetta gjørdi umstøðurnar serligar, har tú mátti ansa tær væl hvørt fet, tú steig.
Komin oman á slætt, kom stillisliga úr honum: “Nu er jeg en rigtig færing”! og so grein hann so hjartaliga, dýggjvátur – lítillátin og fittur.
Niels Halm, sum nú býr í Keypmannahavn, skundaði sær í vikuskiftinum norður til Klaksvíkar at takka fyri hesaferð og vísti errin myndir frá summarhúsi, hann hevur sett í stand á Møn. Tó at hann hevur nógv at gera við at útvega pening til ymiskar verkætlanir, hann er blivin partur av, so var ikki frítt honum longdist aftur higar og mintist á góðar gamlar dagar, hann hevði kærar higani.
Takk fyri hesa ferð, Niels – Norðurlandahúsið, til lukku við 30 ára føðingardegnum.




