Niels Pedersen, TB fjeppari, heldur at trýstið liggur á KÍ undan dystinum leygardagin, tí TB kann brúka ein javnleik.
Niels Pedersen, trúgvur TB fjeppari, er ikki í iva um, at trýstið liggur á KÍ undan dystinum leygardagin. Hann er ikki í iva um, at TB 3. árið á rað fer at hóra undan í seinasta leikumfarinum, tá á stendur.
Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá TB seinastu tíðina. Teir hava tapt 7 dystir og liggja 5 stig aftanfyri KÍ, ið er nærmasta liðið uppiyvir. Niels Pedersen er formaður í TB fjepparafelagnum Einherjum, og hann heldur, at tað eru ymiskar frágreiðingar uppá, hví tað hevur gingist so illa.
– Hetta er sum so ikki nakað nýtt, at TB hevur tað trupult í seinnu hálvu tó, at tað fyrr ikki vardi í so langa tíð sum í ár og í fjør. Hópurin er ofta tunnur og tolir ikki skaðar. Marginalarnir eru heldur ikki við hjá slíkum liðum. Eg vil samanbera støðuna við støðuna hjá AB fyrr í ár. Men man situr framvegis við kensluni av, at alt kann broytast skjótt hjá TB og tað skal eingin ivi vera um, at vit trúgva uppá tað til seinasta bríksl, sigur Niels Pedersen, ið vísir til tey bæði seinastu kappingarárini, har TB á seinasta leikdegi hevur staðið ímóti trýstinum og staðið eftir sum “vinnarar”.
Páll Guðlaugsson gevur TB nógv
Nýggi TB venjarin Páll Guðlaugsson hevur verið venjari í tvær vikur nú og Niels letur væl at. So mikið sannførandi hevur tað sæð út, at hann vónar, at samstarvið heldur fram longri enn bara hetta kappingarárið.
– Hann hevur givið TB ein villskap og nýggjan og frískan íblástur. Hann hevur eisini megnað at lyft stemningin í hópinum. Harumframt hava venjingarnar verið góðar og á einum sera høgum støði, ið menn eru væl nøgdir við. Haldi at hetta er ein samanrenning, sum riggar væl og sum persónur á síðulinjuni kundi eg gott hugsa mær, at hann helt fram í TB. Men nú veit eg ikki, hvat nevndin og Páll sjálvur ætla, sigur Niels.
Hann heldur at tað kann blíva ein fyrimunur fyri TB, at Páll Guðlaugsson kennir KÍ so væl.
– Tað kann sláa báðar vegir. Páll kennir KÍ væl og leikararnir kenna hann væl. Men ein rutinera rotta sum hann man fara at hava okkurt ess í ermuni til dystin, sum fer at fáa okkum eitt gott úrslit. Um ikki ein sigur so ein javnleik, sigur Niels Pedersen.
Væntar ein javnleik
Niels Pedersen leggur dent á, at dysturin leygardagin als ikki er seinasta útkall hjá TB, hóast TB tá verður 8 stig aftanfyri KÍ við munandi verri málúrtøku.
– Eg vænti ein tættan og spennandi dyst í hesum gamla klassikaranum. Men hann kann skjótt eisini blíva taktiskur og keðiligur við fáum málum, men spenningurin verður óansæð har, tí so nógv stendur uppá spæl. Trýstið er á KÍ, tí teir eru á heimavølli og skulu skapa dystin og tað passar TB sera væl. Tí KÍ kann ikki brúka ein javnleik til nakað, men ein javnleikur er eitt rættuliga gott úrslit hjá TB, sum eftir hendan dystin kanska hevur nakað lættari dystir enn hendan, ið eg meti sum sera truplan. Tí TB hevur tað eisini søguliga trupult í Klaksvík. Og skuldi tað hent at KÍ tapir, so sær støðan alt annað enn góð út hjá teimum. Men óansæð úrslit, so geva vit ikki upp, tí t.d. er AB bara 1 stig frammanfyri KÍ. Skal eg tippa, so vænti eg ein 1-1 javnleik, sigur Niels Pedersen.




