Um eg verið valdur í býráðið, fari eg beinanvegin í holt við at fríðka um býin. hetta kemur ikki at kosta tað heilt stóra fyri borgaran, men hinvegin kemur hetta at hava alstóran týdning fyri trivnaðin í býnum.
Eisini fari eg m.a. at arbeiða fyri at Klaksvíkin:
* Varveitir øll arbeiðis pláss, vit hava í býnum.
* At vit skapa fleiri arbeiðispláss í býnum.
* Klaksvíkin verður ein góður býur fyri handilslívið.
* Klaksvíkin verður ein góður býur fyri náttarlívið.
* Klaksvíkin verður ein býur har allir aldurs bólkar hava tað gott.
* Ítrótturin fær tær umstøður hann hevur uppiborið.
* Tá atløgubryggjan í Ánunum er liðug fær Norrøna eina trygga havn har hon kann koma at og fara frá, sjálvt tá harðast leikar á.
Gott val
X við Niels Olaf Sølvará – á lista B




