Klaksvíkingurin hevur nú gjørt sáttmála við annað felag enn hann spældi við í ár.
Klaksvíkingurin hevur nú gjørt sáttmála við annað felag. Fyri tíð síðani var greitt, at Niels Pauli Danielsen ikki helt fram í KÍ.
ÍF skrivar soleiðis á heimasíðu sínari:
Síðan ársveitlsuna, har Fritleif bleiv avdúkaður sum styrkur til komandi ár, hevur mest verið at frætt um at leikarar og venjarin hava longt.
Í kvøld er so sáttmáli skrivaður við Niels Paula Bjartalíð Danielsen, sum kemur til okkum úr barndómsfelagnum og silvurvinnarunum úr KÍ. Niels Pauli, sum gerst 28 ár í januar mánaða, er ein royndur maður í føroyskum fótbólti, har hann hevur leikt 139 dystir í fremstu deildini. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í fremstu deildini fyri EB/Streym, har hann spældi frá 2011-2015, áðrenn hann í fjør fór heim til KÍ.
Niels Pauli kann røkja øll pláss á miðvøllinum, umframt at hann eisini hevur royndir sum áleypari.
Sáttmálin millum okkum á Niels Paula er galdandi fyri kappingarárið 2017.
Mynd: IF.fo




