Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niels Pauli heldur ikki fram í KÍ

Jákup Ósá

Les her um, hví miðvallarleikarin ikki heldur fram í KÍ.

Miðvallarleikarin sigur, at manglandi spælitíð er orsøkin til, at hann ikki heldur fram í KÍ næsta kappingarár. Hann hevur annars bara gott at bera KÍ.

Niels Pauli Danielsen kom til KÍ undan kappingarárinum 2016 eftir at hann líka síðani 2011 hevði spælt við EB/Streymi. Niels Pauli spældi 25 landskappingardystir fyri KÍ, men bara 8 frá byrjan. Og manglandi spælitíðin er einasta orsøk til, at hann skiftir felag. Tí annars hevur hann bara gott at bera KÍ.

– Tað er næstan heilt vist, at eg ikki haldi fram í KÍ. Eg eri komin til eitt stað í fótbóltinum, har eg ynski fasta spælitíð. Hana fekk eg ikki í KÍ, og eg kann ikki liva við at spæla so lítið sum í ár. Annars havi eg bara gott at bera KÍ. Í hesum kappingarárinum upplivdu vit nógvar góðar løtur. Eg havi havt gott samstarv við venjarar og leikarar, og samanhaldið í hópinum hevur verið fantastiskt, sigur Niels Pauli Danielsen við Norðlýsið. Hann sigur, at tað eru fleiri feløg, ið hava víst áhuga og hann væntar at brúka komandi tvær vikurnar til at taka eina endaliga støðu, hvar hann spælir komandi ár.

Stóru løturnar hjá Niels Paula í ár vóru helst, tá hann skoraði eitt týðandi brotsspark í brotssparkskappingini í steypafinaluni. Í landskappingini átti hann uppleggið til sigursmálið í seinna toppdystinum móti Víkingi, sum seinni tó seinni ikki vísti seg at hava avgerandi týdning, og í seinasta dystinum avgjørdi hann við tveimum málum í Fuglafirði, tá KÍ vann 3-1 og tryggjaði sær 60 stig á fyrsta sinni í søgu felagsins. 27 ára gamli Niels Pauli Danielsen er skrásettur fyri 139 dystir og 18 mál í Effodeildini. Hann hevur verið við til at vunnið føroyameistaraheitið við EB/Streymi í 2012 og løgmanssteypið við KÍ í 2016.