Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niels Pauli og Brian halda fram í EB/Streymi

Jákup Ósá

EB/Streymur hevur í dag kunngjørt tveir sáttmálar við tveir av meira royndu leikarunum í hópinum.

Tað er klaksvíkingurin Niels Pauli Danielsen, sum í fjør skoraði 4 mál og legði upp til 5 mál, og Brian Olsen, sum er fyrrverandi landsliðsleikari, sum nú hava gjørt sáttmála við EB/Streym. Tað boðar felagið frá í dag. 
Hóast EB/Streymur hevur mist fleiri leikarar, so hevur liðið framvegis nakrar leikarar, sum hava spælt nógv seinastu árini. EB/Streymur endaði seinasta kappingarár á 5. plássi. Nýggjur venjari hjá liðnum er Eliesar Olsen.
Harleyfacadeacryl