Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niels Pauli var munurin millum ÍF og KÍ

Jákup Ósá

Fyrrverandi KÍ leikarin var ikki blíður við fyrrverandi felagið, tá hann í kvøld við tveimum málum og einum uppleggi var munurin millum ÍF og KÍ.

Effoliðið hjá ÍF og 1.deildarliðið hjá KÍ spældu venjingardyst í Fuglafirði í kvøld. KÍ byrjaði betri og kom á odda bæði 1-0 og 2-1, ið eisini var hálvleiksstøðan. Men í seinna hálvleiki, tá liðini eisini skiftu nakað út, so vísti breiddin seg at vera størri á ÍF liðnum, ið vendi dystinum og vann 3-2. Stóri leikarin hjá ÍF var klaksvíkingurin Niels Pauli Danielsen, ið skoraði tey bæði síðstu málini hjá ÍF og legði upp til tað fyrsta. Niels Pauli skifti fyrr í vetur frá KÍ til ÍF og sigast má, at tekin eru um, at hann trívist væl á vøllinum í Fuglafirði. Tí síðsta dyst í Effodeildini í fjør skoraði hann tvey mál móti ÍF fyri KÍ og í fyrsta dystinum fyri ÍF í Fuglafirði í ár skoraði hann eisini tvey mál.

ÍF-KÍ 3-2 (1-2)

0-1: Steinbjørn Olsen (langskot)

1-1: Andy Olsen (upplegg: Niels Pauli Danielsen)

1-2: Bárður Hansen (upplegg: Mikkjal á Bergi)

2-2: Niels Pauli Danielsen (upplegg: Albert Róin Johannesen)

3-2: Niels Pauli Danielsen (upplegg: Hanus Eliasen)

ÍF byrjaði við hesum liðnum(4-2-3-1): Henrik Lindhard – Dánjal Pauli Højgaard, Fritleif í Lambanum, Jákup Andrias Gaardbo, Albert Róin Johannesen – Kristoffur Jakobsen, Niels Pauli Danielsen – Andy Olsen, Sámal Joensen, Ari Ó. Ellingsgaard – Jóhan Petersen. Seinnu komu hesir inn: Ndende A. Gueye, Margeir Toftegaard, Pól Magnus Petersen, Hanus Eliasen og Bergtór T. Thomsen.

KÍ byrjaði við hesum liðnum (3-4-3): Kristin Vilhemsen – Henry Heinesen, Jógvan Isaksen, Ólavur Niclassen – Janus Jógvansson, Tórur Justesen, Steinbjørn Olsen, Mikkjal á Bergi – Beinir Poulsen, Aksel B. Danielsen, Bárður Hansen. Í seinna hálvleiki komu hesir inn: Eivin Sørensen, Ari Olsen, Lindi Gardar, Teitur Fles, Helgi Simonsen og Olgar Fuglø.

Harleywoodpaint