Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nigel Farage, formaður í UKIP stúrir ikki fyri bretska pundinum

Helgi Abrahamsen

Bretska pundið er fallið nógv í virði síðani úrslitið av bretsku fólkaatkvøðuni gjørdist greitt, men hetta fær ikki Nigel Farage, formann í flokkinum UKIP, at stúra.

Bretska pundið er fallið nógv í virði síðani úrslitið av bretsku fólkaatkvøðuni gjørdist greitt, men hetta fær ikki Nigel Farage, formann í flokkinum UKIP, at stúra.

“At pundið flytur seg í virði hevur ongan týdning. Eg vil í øllum førum nógv heldur hava flótandi gjaldoyru enn fastløst sum evruna,” sigur hann við danska TV2.

Farage vísir á at pundið hækkaði í virði í gjárkvøldið, tí forsøgnirnar søgdu, at bretar fóru at verða verandi í ES, og hann hevur ikki ilt av teimum, sum nú hava mist pengar.

“Hetta eru stuttsiktaðir marknaðarspekulantar. Teir hildu at fólkið fór at velja “remain”, men tað gjørdu tey ikki – keðiligt hjá teimum,” sigur hann.

Fyri Nigel Farage er tað púra natúrligt, at pundið hækkaði í gjár og fellur í dag. Men lítil ivi er tó um, at stóra fallið kann langsiktað raka bretska búskapin hært.