Sea Shepherd skal ikki brúka orku móti hvalaveiðuni hjá Japan í ár. Nú verður orkan í staðin brúkt til eitt stríð í Norður-Atlantshavi.
Sea Shepherd skal ikki brúka orku móti hvalaveiðuni hjá Japan í ár. Nú verður orkan í staðin brúkt til eitt stríð í Norður-Atlantshavi.
Japan kemur at halda fram við síni hvalaveiðu í Suðuríshavinum, men Sea Shepherd tykist at hava flutt sína sjóneyku frá Japan móti Noregi, Íslandi og Føroyum. Tað er avstralska kringvarpið SBC og teirra RN-net sum boða frá at Sea Shepherd nú hevur broytt kós.
ABC skrivar at á fyrsta sinni í nógv ár kemur Sea Shepherd at lata japansku hvalaveiðumennirnar vera í frið. Í staðin eru tey níggju skipini og førini hjá Sea Shepherd send til Evropa. Málið er at forða fyri hvalaveiðu í Norður-Atlantshavi.
Sagt verður einki um hvat Sea Shepherd ætlar sær, men tað verður serliga víst á at Noreg og Ísland framvegis skjóta stórhval, og útflyta hann til Japan. Hetta skal vera eitt av málunum hjá Sea Shepherd. Harafturat kemur at Sea Shepherd var í Føroyum í 2014, og helst hevur lagt eitt grundarlag fyri enn einum átaki móti føroyingum.
Sea Shepherd hevur enn ikki almannakunngjørt hvørjar ætanir felagsskapurin hevur í summar. Norski miðilin Nord24 hevur spurt Sea Shepherd, men bara fingið svarið: «Takk fyri ahugan».
Norska sjóverjan sigur í einum boðum at tey fyrireika seg til at summarið kann gerast krevjandi fyri bæði hvalaveiðufólk og sjóverjuna.
Tvey av skipunum sum eru á veg eru Sam Simon og Bob Barker. Bob Barker jagstraði Thunder (Gamla Vesturvón) heilt til manningin sjálv søkti trolaran í Vestur-Afrika. Sam Simon var eisini við ein part av tíðini, og tryggjaði at Bob Barker hevði proviant og olju til at halda eyguni við Thunder, so hann ikki fekk fiska ólógliga. Thunder var svartalistaður.
Bob Barker og Sam Simon liggja nú í Bremen í Týsklandi, har tey hava opið fyri almenninginum, og samla inn bæði pengar og gávur annars til felagsskapin.




