Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niklái Petersen: Landssjúkrahúsið -Óhugnin breiðir seg

(Hannefía Joensen)

Sera hugstoytt at hoyra um hesi vánað viðurskiftir, ið valda á okkara stórsta sjúkrahúsi. Má viðganga, at eg ikki visti, at støðan var so út av lagi, men at alt ikki hevur rugga rætt á Landssjúkrahúsinum í longri tíð, er onki nýtt.

Landsins hægsti leiðari – okkara háttvirdi løgmaður, hevur í fleiri umførum víst okkum borgarum á, hvussu nógv hevur verið lagt í heilsuverkið av sitandi landstýri.

Hann bedýraði so seint sum leygarkvøldið, hvussu ótroyttiliga arbeiðssamur sitandi landsstýrismaður var.

Einar 400 mió.kr eru kanaliseraðar til heilsuverkið seinastu 4 árini, men hvat er allur hesin peningur nýttur til, má man spyrja.

Sjúklingar eiga at kenna seg tryggar, tá teir verða innlagdir til viðgerðar, tað er alfa og omega fyri viðkomandi.

Nú er tíð uppá, at onkur slar nevan í borðið.

Eg haldi, at løgmaður ella avvarandi landsstýrismaður skildar øllum føroyingum eina frágreiðing um hví arbeiðsklimaði á Landssjúkrahúsinum, er so vánaligt.

Almanna- og heilsumál kosta landskassanum yvir 2 milliardir kr. í 2008, og tað er ein helvt av fíggjarlógini.

Niklái Petersen,
Todnes 22 Kollafjørð Tlf. 421417

Tjóðveldi

Harleywoodpaint