Gøtu Ítróttarfelag boðar frá í Sarpuni, at felagið hevur longt sáttmálan við Niclas Niclasen
Í leikskránni hjá GÍ stendur at lesa at Niclas og GÍ hava gjørt sáttmála fyri 2007.
– Tað er neyvan nakar ivi um, at Niclas hevur roynst væl í verjuni í ár, og tað er at fegnast uum, at partarnir eru samdir um, at halda fram við samstarvinum. Harvið er fyrsti brikkurin í putlispælinum at manna hópin komandi ár lagdur, skrivar Sarpan, sum er heiti á leikskránni hjá GÍ.




