Hvørgan av teimum var til fyrstu venjingina, sum var í kvøld.
Í kvøld hevði KÍ fyrstu felagsvenjingina síðani kappingarárið endaði 15. desember í fjør. Venjingin staðfesti tað, sum hevur ljóðað í eina tíð. At Nils Jonathan Johansson og Luc Kassi neyvan halda fram. Málverjar til kvøldsins venjing vóru Ari í Haraldsstovu Petersen, Hannis Matras og Jónas á Hædd. Málmansvenjari er framvegis Geza Turi.
Nakrir leikarar hava skaðar at dragast við frá byrjan. Odmar Færø, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannessen og Hallur Hansson vandu inni.


