Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

No cure for Rodrigo

Norðlýsið ÍTROTTUR

Rodrigo Silva & Co. syrgdu fyri fyrsta sigrinum á Injector Arena

Kært barn har mange navne, plaga danir at taka til og hátíðarliga orði "leikvøllur" hevur ongantíð verið brúkt um fótbóltsvøllin í Klaksvík.

Økið har vøllurin liggur var mýrulendi og ein eyrhola og tí var økið kallað Djúpumýra.

Men sjálvir vøllurin hevur gingið undir heitinum "plenin".

Nýggja navnið "Injector Arena" ber boð um nýggjar tíðir og nýggjar leiðir og vónandi er sigurin á B36 sunnudagin byrjanin til eina meira jaliga gongd hjá flaggskipið felagsins.

Íløgan gav ikki bonus hesuferð
Um dystin er stutt at siga at hann stóð undir stjørnutekninum Rodrigo Silva.

Hóast B36 stutt undan dystinum gjørdi eina íløgu, sum var næstan ein kvarta millión krónur, fyri at fáa landsliðsleikara heim úr Danmark, at spæla við árstalsfelagnum, so gav hetta ikki bonus hesuferð.

Suni Olsen, sum ikki hevur spælt síðan í mai mánaða, var ikki serliga sjónligur í dystinum – men tað er neyvan nakar ivi um at hann verður ein góð íløga hjá B36 nú hann kann verða við í uppstartinum til seinru hálvu í landskappingini.

Vit vilja síggja Rodrigo
Stóra stjørnan á KÍ liðinum í ár er Rodrigo Silva, sum hóast skiftandi úrslit oftast megnar at gera nakað serligt, sum far áskoðarar at bresta saman lógvar.

Tað var eisini hesin sami snillingurin úr Brasilia sum legði fyri sum eitt ódnarveður.

Tá bert fýra minuttir vóru leiktir av dystinum vinnur Jan Andreasen ein bólt á miðuni, sendir Heðin avstað, bólturin kemur inn fyri har Kristoffur Jakobsen og Joe royna at fáa bóltin – men hann fer framvið vinum og fíggindum til ein púra leysan Rodrigo, sum smekkar bóltin í netið handan, Meinhard Joensen – sum fyri fyrstu ferð í dystinum fekk hendir á bóltinum í egnum máli.

Hetta var ein góð byrjan og gott lag var eisini á KÍ arunum hendan dagin – alt sum B36 royndi at skapa varð hvalt í føðingini.

Tað tyktist sum um B36 einki svar – ongan kur hevði – ímóti Rodrigo & Co.

B36 hevði bóltin nógv á egnari hálvu og fram móti brotsteiginum hjá KÍ, men har stóðu Ovi, Curcis og aðir og loftu øllum sum kom.

Tá 22 minuttir vóru leiktir kemur ein høgur bóltur fram móti B36 verjuni og ein miseydnað roynd at hedda bóltin aftur til Meinhard Joensen, endar við at Rodrigo kemur í millum og smekkar bóltin í málið.

2-0 til KÍ og rómur á fjøldini, sum samfelt fagnaði KÍ áleyparanum.

B36 kom betur inn í dystin í seinra hálvleiki og av og á gjørdist deyðbólta støður vandmiklar, men tað sum verjan ikki megnaði loftaði Jákup og meira er ikki at siga um dystin – uttan Rodrigo!

Hann helt á at undirhalda! Hvørja ferð hann fekk bóltin, sóu vit hvussu leikandi lætt tað kann vera at finta tungar, hjólbeintar føroyskar verju- og miðbanaleikarar – á reyvina.

Onkuntíð hevði Rodrigo lindið til at halda bóltinum ov leingi, men álíkavæl hevði hann tvær avgerandi fríspælingar til ávíkavist Kristoffur og nýggja áleyparan Joe Zervig.

We love you Rodrigo

Koyr á KÍ