Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv arbeiði eru gjørd liðug og fríðkanir framdar í 2015

Nordlysid

– Eitt av málunum hjá býráðssamgonguni á tekniska økinum er at gera óliðug arbeiði og snøklar lidnar og at leggja dent á at skapa vakurleika og hugna við flísum heldur enn bara við asfalti á onkrar gongubreytir og onnur smá økir, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd.

– Eitt av málunum hjábýráðssamgonguni á tekniska økinum er at gera óliðug arbeiði og snøklar lidnar ogat leggja dent á at skapa vakurleika og hugna við flísum heldur enn bara viðasfalti á onkrar gongubreytir og onnur smá økir, sigur Steinbjørn O. Jacobsen,formaður í Teknisku nevnd.

 

 

– Tað er framvegis langt á mál, men sum formaður í Teknisku nevnd fegnistteg um, at vit í hesum valskeiðnum hava megnað at uppraðfest tekniska økið oghava fingið gjørt fleiri arbeiði liðug, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

 

– Fyrsta takið var at útvega eina økta játtan á fíggjarætlan býráðsins tiltekniska økið, og hóast eg sjálvandi vildi ynskt mær meir enn tað, sum ereydnast at økja játtanina, so fegnist eg eisini um ta framgongd, sum er rokkin.

 

– Eitt annað, sum vit settu okkum fyri við byrjan av hesum valskeiðnum, varat gera meira við at røkja og fríðka um í kommununi, og eisini her eru nøkurmál rokkin higartil, nú 3 ár eru farin afturum.

 

– Samstundis mugu vit ásanna, at Klaksvíkar kommuna er stór og fevnir umbæði bý og fleiri bygdir, so her er nógv um at fara, og tí er givið, at vit náanøkrum økjum skjótari, meðan onnur noyðast at bíða.

 

Tað kann kosta dýrt atspara ov nógv

– Tíverrihevur tað víst seg í nógv ár, at kommunan hevur ógvuliga lætt við at skerjajáttanina til asfaltering. Slíkar sparingar kunnu tykjast meinaleysar, mensoleiðis er tað tíverri ikki, sigur formaðurin í Teknisku nevnd.

 

– Í fyrstaumfari er tað irriterandi fyri borgararnar, tá ið holurnar í vegunum gerastnógvar og djúpar, og hetta fer eisini illa við bilunum.

 

– Men umbíðað verður ov leingi við at leggja nýtt asfalt á ein holutan veg, kannavleiðingin blíva meira álvarsom, tí at enda verður vegurin so illa farin, attað ikki longur er nóg mikið bert at asfaltera, og tá verður rokningin tilskattaborgaran nógv størri, enn um asfalteringin varð gjørd í rættari tíð.

 

– Tí er taðeingin loysn – hvørki fyri kommu ella skattaborgara – at spara ov nógv innanasfaltering. Tvørturímóti er tað í longdini ein sparing at viðlíkahaldavegirnar javnan, slær Steinbjørn O. Jacobsen fast.

 

Framd asfalteringsarbeiðir í 2015

– Í hesumárinum, sum nú endar, eru hesir vegir og øki asfalterað:

*Árnafjørður(ein triðingur av vegateninum var asfalteraður í 2014, ein triðingur í 2015, ogætlanin er at asfaltera restina heim til Kirkjuna í 2016)

*Mikladalur

*Norðoyri

*Gerðagøta,ovari parturin

*Gamli Skúli,parkeringsøkið

*Sornhúsgøta

*Skúlavegur

 

Harumframteru fleiri smærri bøtingar gjørdar kring um í kommununi. Her hevur kommunanjúst gjørt íløgu í eina nýggja asfaltbingju, soleiðis at kommunan kann byrja atbøta vegirnar við heitum asfalti, sum er munandi slitsterkari enn oljugrús.Hendan bingjan er ikki komin í drift enn, tí bíðað verður eftir nýggjalastbilinum, sum er ávegis til Vegadeildina, ið skal riggast til bingjuna.

 

Liðugtgerðir og fríðkanir í 2015

– Steinbjørngreiðir frá, at m.a. hesi íløguarbeiðir eru framd í árinum, sum nú endar:

*Liðugtgerðav Stangaskákinum

*Grótgarðurí Skáltabrekkuni, sum verður gjørdur liðugur í 2016

*Liðugtgerðav Sornhúsgøtu

*Parkeringslummií Nólsoyar Pállsgøtu

*Niðurtøkaav sethúsi við Garðavegin, sum kom út í vegin

*Vegastubbií Víkunum (millum hjá Esmar Mørkøre og Símun Dam)

*Gongubreytirkring allan býin

*Øllgøtuljós í Árnafirði skift til LED

*Onnur økirhar gøtuljós eru skift um til LED eru: Mylnugøta/Undir Fossum, ViðBadmintonhøllina og svimjihøllina og Undir Brúnni

*Nógvarvantleiðingar eru gjørdar av nýggjum: Skúlavegur, Ziskagøta, JógvanWágsteinsgøta, Víkavegur, Bumshamarsvegur og í Árnafirði.

*Flísar ágongubreytir við FK, í Gerðagøtu

*ÍMikladali hevur kommunan økt um drekkivatnsmongdina, tí nýggj vatnveiting,sum  er 1,4 kilometrar til longdar, erløgd frá Tjógvarkeldu til vatnverkið í Mikladali.

 

– Tað eru neyvan fleiri meiningar um, at eitt reint og snøgt umhvørvi hevursín týdning fyri at skapa trivnað og hugnað í einum lokalsamfelag – tí eruallar orsøkir til, at kommunan eisini raðfestir tekniska partin av kommununi.Sum formaður í Teknisku nevnd vil eg sjálvsagt gera mítt ítarsta til, at vitnáa sum longst á hesum øki, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.