Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv bleiv gjørt í Skúvadali ídag

Oliver Joensen

 Um fýratíðina í dag var aftur fari í Skúvadal í arbeiðis ørindum. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim og stjórin á Mentanardeildini, Palli Ziskason vóru við á túrinum.

Ørindini vóru at stoypa tyrlupall, seta skáp upp við tyrlupallin, har reimar og onnur útgerð hjá tyrluni skal goymast og so at stoypa ein sokkul til ein vindposa, sum tyrlan skal brúka at meta vindrætningin eftir. Harafturat og ikki minst skuldu vindeygu og hurð setast í húsið, gerast skuldi rundanum og tettast.

Tað gekk sera væl í hond og menn vóru væl nøgdir tá dagurin var at enda komin. Borgarstjórin og mentanarstjórin og onkur onnur fóru heim við tyrlu, í meðan vit onnur hildu áfram og gingu heim um 10 tíðina í kvøld.

Sum altíð er, so hendir okkurt áhugavert og eisini okkurt stuttligt. Sum sæst á myndunum, so drivu Jógvan Skorheim og Palli eisini á at hjálpa til. Per Jacobsen var so óheppin, at tyrlan blásti betong upp úr karinum og á hann ímeðan hann stríddist við karið og á heimvegnum gekk Árni Zachariasen seg fram á ein krákunga, ið gjørdist rættuliga ásttikin av Árna. Ungin vildi treyðugt frá honum, so Árni gekk ein langan tein við krákunganum á økslini. Men tá mamman einaferð kom fram við okkum, blotnaði Árni og noyddi ungan aftur til mammu sína.

Aftur ein góður dagur eysturi á fjøllum.