Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv fleiri brævatkvøður í Klaksvík enn vanligt

Jákup Ósá

Um tað gevur nakra ábending um størri valluttøku er trupult at meta um.

Karl Johansen, valstýrisformaður, sigur, at 425 fólk hava greitt brævatkvøðu til hetta løgtingsvalið. Í 2011 vóru 352 brævatkvøður, og í 2008 vóru 316 brævatkvøður.

Veðrið er av tí allar fagrasta í Klaksvík, so helst verður valluttøkan høg í Klaksvík í dag.