Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv fólk á Norðoyastevnu

Jákup Ósá

Fríggjakvøldið staðfesti rudduliga, at góðveðurs Norðoyastevnan2013 samlar nógv og væl nøgd fólk.

 

Løgmaður, Løgtingið, Kringvarpið og Norðlýsið vóru millumtey, ið fingu skotini, tá Haugaard Pelagic var á skránni fyri einarifullsettari Badmintonhøll fríggjakvøldið. Sjónleikararnir vóru væl upplagdirsaman við nøkrum av bestu tónleikarunum í landinum. Sum skilst gonguratgongumerkjasølan eisini væl til í kvøld og í morgin.

 

Annars kann nevnast, at í Skálanum var dansur við LM band.Og har var eisini betri undirtøka enn væntað sambært fyrireikarunum. Góðaveðrið gjørdi eisini, at býurin var á “tremur” við fólki alla náttina. Ein staðfestingav, at Norðoyastevnan kanska er um at menna seg aftur. Tað verður eisini boðaðfrá góðum veðri í dag og í morgin og tí bendur alt á, at hetta verður ein avheilt væleydnaðu Norðoyastevnunum.

 

Í dag eru kunnu kappróðurin og Effodeildardysturin m.a.nevnast úr skránni, har tað í báðum førunum væntast stór áskoðarafjøld. Í kvøldverður tað aftur Haugaard Pelagic og seinni tann stóra midnáttarsamkoman.