Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv fólk fara á skeivt valstað

Jákup Ósá

Í Klaksvík hava fólk ikki vant seg við, at tað ikki longur verður valt í KÍ høllini.

Millum klokkan 18 og 19 í kvøld var Norðlýsið uttanfyri KÍ høllina og har kundi ein staðfesta, at nógv fólk komu á skeivt valstað, nú tað í Klaksvík ikki verður valt í KÍ høllini. Tó var ikki trupult hjá teimum at fáa at vita, at valstaðið var í Skúlanum við Ósánna. Tí tað stendur á valkortinum og eisini vóru nokk av fólkum, sum vístu á, hvar valstaðið er. So helst komu tey flestu á val í øllum góðum.