Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv fólk handan Summar Festivalin

Danial Viðoy

Tað eru nógv fólk, sum eru við til at fáa Summar Festivalin upp at standa. Tað er eisini rættiliga nógv, sum skal gerast klárt. Pallar og tjøld skulu setast upp, græs skal sláast, ljóðtøknin skal rigga, økið skal fríðkast, trygdin skal skipast og nógv, nógv annað. – Tað hendir ikki av sær sjálvum!

Tað er fáur, sum gongur hendur í lumma á Summar Festival økinum í dag og so verður heldur ikki í morgin. Nógv er at takast við.

Tað eru nógv av teimum somu andlitunum ár undan ári, sum hjálpa til at gera økið klárt. Tað sæst eisini á arbeiðslagnum. Flestu vita allatíðina, hvat farast skal í holtur við. Hetta eru royndar kreftir.

Tað er hesum m.a. hesum røsku monnum og kvinnum at takka, at Summar Festivalurin verður til nakað.