Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv fólk til Havnar at stuðla KÍ

John William Joensen

Kl. 17 í dag verður løgmannsfinalan leikt í Gundadali og gott 1000 viðhaldsfólk hjá KÍ eru vantandi til høvuðsstaðin.

Hondina á hjarta, – so eru oddsini til finaluna millum B36 og KÍ mett av serfrøðingum at vera 55-45 til B36, men KÍ hevur víst í ár, at teir kunnu vinna á øllum liðum, hava teir ein góðan dag.

1000 viðhaldsfólk til havnar
Fróði Isaksen, frá KÍ stuðulum sigur við Norðlýsið at higartil hava umleið 130 fólk tekna seg til ókypis bussferðina sum stuðulsfelagið skipar fyri.
– Vit hava í løtuni umleið 150 setur at flyta til Havnar og vanta vit at tá farið verður av Sandinum kl. 15 í dag verða bussarnir fullsettir.
– Koma fleiri fólk við so skulu tey ikki standa eftir og tí eru vit í ferð við at fáa fatur á fleiri bussum.
Umframt ferðalagið hjá áhugafelagnum, fara tveir bussar frá KÍ til Havnar og nú sambandið er so gott til høvðusstaðin verður roknað við at flestu velja at fara ein familjutúr í egnum bili.
– Vit vera ikki kløkkir um eini 1000 viðhaldsfólk hjá KÍ vera til finaluna í Gundadali seinrapartin. Tað búgva jú eisini nógvir klaksvíkingar í Havn.

Hóast deadline var í gjár so ber framvegis til at ringja til áhugafelagið á tlf.227639, men Fróði ger greitt at tey sum hava tekna seg hava fyrst rætt til bussarnar.