Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv forvitnisligt á Eplafestiválinum

Oliver Joensen

 Tað eru tiltiknu Sandseplini, ið eru orsøkin till at skipað verður fyri festivalinum her á Sandi í morgin. Norðlýsið hevur verið ein túr í Trøðum á Sandi í kvøld og forvitnast um fyrireikingarnar. Í garðini við Uttarstovu var sera forvitnisligt at hyggja inn um. Har vóru stór og prýðilig reyðkálshøvd og hvítkálshøvd at síggja, umframt hópur av grønmeti ið vit ikki kendu. Uttanfyri garðin var lítil “kiosk”, har tú kundi leggja 20 krónur og so fara avstað aftur við einum pakka av gularrótum ella eplum. 

Niðan við garðinum fram við húsunum í Uttarstovu fóru vit eisini inn á lofti á fjósinum, har alskyns grønmeti var at síggja, sum skal seljast í morgin. Inn ígjøgnum vindeygað í hjallaranum hjá Griasi, sóust krukkur av súltaðum rótum. Hesin gamli handilin, ið vanliga ikki er opin, skal selja eitthvørt í morgin, tað verður forvitnisligt at vitja har.

Komin oman aftur á høvuðsvegin komu vit fram á stórt telt, sum menn vóru í ferð við at set upp niðanfyri verkstaðnum hjá Gubbanum. Vit kundu ikki lata vera uttan at fara inn í verkstaðin og forvitnast ímillum gamlar maskinur frá krígstíðini, ein hvørvistein frá enska militerinum sóu vit eisini og undir eini hyll stótu tvær “stormking” og bíðaðu eftir at onkur tók hond um tær. Jú har var mangt forvitnisligt at síggja. Upp gjøgnum trappurnar komu vit inn í snotuligu ovaru hæddina, har Jón Sigurðsson og hansara fólk rokaðust við at gera alt í stand at taka ímóti í morgin.

Myndirnar niðanfyri siga sítt og vit eru spent til upplivingina í morgin.

Hevur tú hug til ein túr á Eplafestival, so siglir Teistin av Gomlu Rætt í morgin kl. 9.45, 11.15, 13.15, 15.50, 17.20, 20.00 og 23.05 – á Sandi eru tey klár so tað er bara at koma.