Í vaskikjallarnum í KÍ høllini liggja sera nógv gloymd klæðir og skjótt verða tey givin til Reyða Kross
Tíðirnar eru sera góðar skilst, ti fólk gloyma klæðir til venjing, men koma ikki aftur at leita og avheinta tey. Jórun Andreasen hevur sína dagligu gongd í KÍ kjallarinum og nú rópast varskó
– Eg veit ikki um tað hjálpir nakað, men eg royni aftur. Tað liggja so nógv klæðir eftir í vaskikjallaranum í KÍ høllini. Vit hava ikki pláss fyri teimum. Hetta kemur at liggja í 14 dagar afturat, so verður tað givið til Reyða Kross ella onkran annan, sigur Jórun



