Ídag er spenningur í Mikladal, tí tað er ídag at fyrireikingarnar vera gjørdar til at seta Kópakonuna á Stórakneysa. Men “tað gongst ikki altíð sum prestur prædikar”. Ætlanin var at tyrlan skuldi koma ídag at flyta kópakonuna oman á plássi, har hon skal standa og sjónliggera søgnina um Kópakonuna í Mikladali. Men hóðast tað stendur við klettin her, so liggur mjørkin so tjúkkur, at í skrivandi stund sær onki út fyri tyrluni at koma higar í bræði.
Men fólkið hevur nógv fyri hendirnar, og her verður dúgliga prátað, borað, grivið, málað, skemtað og kjakast.
Alt ímeðan stendur kópakonan uppi í bygdini og býar spent at koma oman á helluna.
Hon er ótrúliga vøkur at síggja her hon stendur. Enn sær hon út, sum hon er gjørd úr gulli. Men so skjótt hon er komin á kneysan at standa verður hon patinerað, soleiðis at hon fær heilt aðra útsjónd og eftir tí, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen sigur, so verður hon uppaftur vakrari. Tað hava vit onnur ilt við at trúgva, tí hon er heilt ótrúliga vøkur longu nú. Men vit fáa at síggja. 1. august verður avdúkingin og tá vóna við at allir føroyingar fara at leita sær inn í Kalsoynna.
Skipað er fyri góðum ferðasambandi, so Mikladalur er klárur at taka ímóti. – Verið vælkomin.




