Vegaformaðurin hjá Klaksvíkar Kommunu sigur, at teir byrjaðu við tveimum maskinum kl. 10.00 í morgun og seinni settu teir eina triðju inn.
Tað byrjaði so smátt at kava ímorgun tíðliga og kl. 10 varð avgjørt at byrja kavaruddingina, men longu á miðdegið var so nógvur kavi komin niður at tríggjar maskinur hava grivið síðani tá.
Kavaruddingin hjá Klaksvíkar Kommunu heldur áfram í alla nátt.
Heitt verður á fólk um so vítt gjørligt at hava bilarnar á egnum øki, tí teir, sum standa úti á almenna vegnum eru nógv til ampa og tarnað kavaruddingini.




