Serliga í grannauppgerðini millum Víking og ÍF eru nógvir leikarar uttanfyri vegna leikbann.
Serliga í grannauppgerðini millum Víking og ÍF eru nógvir leikarar uttanfyri vegna leikbann.
Hesir hava leikbann komandi umfar í Effodeildini:
Álvur Christiansen (KÍ)
Jóhan Jacobsen (KÍ)
Pætur Dam Jacobsen (EB/Streymur)
Karl Løkin (NSÍ)
Kaj Leo í Bartalsstovu (Víkingur)
Hans Jørgen Djurhuus (Víkingur)
Lukasz Cieslewicz (B36)
Jan Ellingsgaard (ÍF)
Ari Ellingsgaard (ÍF)
Høgni Zachariassen (ÍF)
Dystirnir komandi umfar eru:
TB-AB
HB-07Vestur
Víkingur-ÍF
NSÍ-B36
KÍ-EB/Streymur
Áðrenn komandi umfar spæla AB-HB á Argjum mikukvøldið.
Sum sæst omanfyri, so er tað serliga í granna uppgerðini millum Víking og ÍF, at dysturin verður merktur av fleiri leikbannum, tí ikki færri enn 5 leikarar kunnu ikki spæla tann dystin vegna ov nógv kort. Hjá KÍ er næst besti málskjúttin, Álvur Christiansen, uttanfyri við leikbanni og tað sama er ein av uppløgdu avloysarunum Jóhan Jacobsen. Hjá EB/Streymi hevur royndi verjukendi miðvalla leikarin Pætur Dam Jacobsen leikbann. Í týðandi dystinum í Runavík í kappingini um Europa League pláss millum NSÍ og B36 hava bæði liðini hvør sín týðandi leikara uttanfyri. Talan er um Karl Løkin hjá NSÍ og Lukasz Cieslewicz hjá B36.
Dion Splidt, Jobin Drangastein, Mikkjal Hentze og Bárður J. Heinesen kunnu allir fáa leikbann til komandi umfar við gulum korti í dystinum mikudagin millum AB-HB umframt at reyð kort sjálvsagt eisini kunnu koma tann dystin.




