Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nógv lív á palliunum í Varpinum

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Á gjár, mikudagin og í dag, hósdagin hevur Varpið verið fullsett við áhoyaraum og sangfróðum fólki á pallinum. Hetta sum partur av ”Spæl føroyskt vikuni”.

Í gjár vóru um 200 búfólk á ymsu bústovnunu í Klaksvík til sang og hugnaløtu – við kaffi og køkum omaná – á vitjan í Varpinum. M.a. sang og spældi sangbólkurin, Vitin, Skúlakórið, Erla Mortebsen og Heðin Askham fyri teimum eldru.

Alt gekk sum eftir ánni, og tó at meir enn 30 koyristólar vóru við, so varð hetta avgreitt lættliga og smidliga uttan trupulleikar.

Kl. 10 í morgun varð skipað fyri einari sangløtu fyri børnum í aldrinum 0-3 ár, og barnakonsert fyri teimum 3-7 ára gomlu. Byrjað varð við at hoyra Skúlakórið syngja og lá ógvuliga væl fyri hjá teimum.

Síðan komu seks dagstovnar á pallin at framføra kl. 11 har tey sungu fyri hvørjum øðrum. M.a. ”Eg gekk mær eftir bønum fram”, ”Kennir tú blómurnar” og ”Vestan fyri Mykines”.

Tey ótu eisini sín matpakka í Varpinum, har tey sótu í ymsum krókum runt umkring og alt spældi sera væl av – Eisini dagurin í gjár, har tey mongu eldru hugnaðu sær við at koma heim í býin at royna okkurt annað.

Hetta er fyrsta tiltakið á dagstovnaøkinum, sum verður hildið í Varpinum. Fleiri av børnum hava helst ikki verið í Varpinum áður, tí var tað eisini fyri tey ungu ein uppliving í sær sjálvum.

Tveir sera væl hepnaðir dagar undir veingjabreiði av ”Spæl føroyskt vikuni”.