Um tú hevur áhuga í at síggja ymiskar fuglar, so er gott høvi nú, at ganga ein túr á Strond og longur norður, ella norður eftir landinum Haraldsundsmegin.
Nógvur sjófuglur er at síggja. Norðlýsið fekk fráboðan um tríggjar stórar fuglar, ið hava hildið til nakað norðanfyri byrgingina um Haraldssund, nú í nakrar dagar.
Vit fóru ein túr við myndatólinum, og tað vísti seg at vera tríggjar hávgæs, ið hildu til har. Men har vóru eisini aðrir fuglar, flokkar av álkum, teistar, skarvur, lundi og harumframt hópin av másafuglum.
Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur, sigur okkum, at tað ongantíð er ávíst, at havgás hevur átt í Føroyum. Ein gamal hannur hevði flogið seg fastan í eitt hegn vestanfyri Leirvík eitt árið, men ongin tekin blivu funnin um, at havgásin var á veg til ungar ella reiður nakrastaðni har. Havgásin er sum kunnugt eitt lómaslag og ikki tað, vit vanliga kenna við eina gás.




