(Dystarfrásøgn) Kanska ikki so óvæntað, so koppaði sigurin í dag til Víking, sum í løtuni spælir við størri yvirskoti enn KÍ. Sum KÍ hevur spælt og avrikað seinastu tíðina, so fær liðið trupulleikar móti øllum liðum eins og úrslitini vísa.
Líkindini vóru frálík og størsta útiáskoðarafjøldin í Klaksvík í ár vitjaði. At tað heldur ikki hevur gingið heild eftir vild hjá Víkingi hoyrdist eisini á áskoðaraplássunum, tí ikki fyrr enn í 85. minutti hoyrdust felagsróp fyri fyrstu ferð, og tað er ikki vanligt, tá annars lívligu Víkinga áskoðararnir eru partur av dysti. Bæði liðini byrjaðu áleið í uppstillingini sum væntað, tó at tað var óvæntað, at Ólavur Niclassen byrjaði inni á KÍ liðnum, har Óli Ey. Poulsen fyri fyrstu ferð byrjaði á bonkinum.
Javnur fyrri hálvleikur
Í fyrra hálvleiki byrjaði Víkingur nógv betri. Onkrar heilt stórar møguleikar fekk Víkingur eisini, men eftir eitt knapt korter kom KÍ betri við og tók yvir og var tað ikki so óvæntað, at Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda 1-0 í 23. minutti. Men leiðslan helt ikki meir enn ein góðan minutt, so hevði Adeshina Lawal javnað fyri Víking eftir, at Meinhardt P. Joensen bara fekk hálvbjargað roynd frá Hanus Jacobsen eftir vælspælt Víkinga álop. Meinhardt mátti stutt eftir lata seg skifta út, tí hann ikki fekk spælt. Restina av hálvleikinum søktu bæði liðini at og fleiri góðar royndir vóru. M.a. skallaði Marko Dusak á yvirleggjaran og Sølvi Vatnhamar skeyt beint á Kristian Joensen. Hóast vit sjáldan sóu gott spæl, so vóru fitt av mál møguleikum og spentum støðum í einum jøvnum fyrra hálvleiki.
Vánaligt undirhald í seinna hálvleiki
Meta vit undirhald útfrá mál møguleikum og spentum álopsstøðum, so var dagsins seinni hálvleikur ein tann vánaligasti við Djúpumýru í langa tíð. Tað tóktist eisini ávirka mongu heimaáskoðararnir, tí heima áskoðararnir vóru friðarligari enn vanligt, tá so stórur dystur er á skránni. Í 57. minutti var nær við hjá Víkingi, tá Gunnar Vatnhamar ikki fekk ordiliga ferð á skallaran eftir frísparksinnlegg frá Atla Gregersen, sum spældi ein sera góðan dyst fyri Víking og fleiri ferðir fekk avgerandi nertingar á, áðrenn KÍ kundi blíva vandamikið. Í 82. minutti var Dennis Moreno nær við at gera sjálvmál. Hóast dysturin hevði koyrt í tómgongd allan seinna hálvleiki, hvat mál møguleikum viðvíkur, so kom eitt mál, sum avgjørdi dystin. Víkingur fekk fríspark. Atli Gregersen kom at standa leysur, men ístaðin fyri at skjóta legði hann bóltin til Heðin Hansen, sum skoraði til 2-1 í fyrsta stóra mál møguleikanum í seinna hálvleiki. Fyrsti málmøguleikan hjá KÍ í seinna hálvleiki kom í 92. minutti, tá innlegg frá Semir Hadzibulic fann Jákup B. Andreasen, sum skallaði, men Elias Rasmussen hevði ikki trupulleikar við at bjarga. Onkur spent støða var seinastu minuttirnar, men eingin annar stórur mál møguleiki kom.
KÍ liðið manglar nógv í løtuni
KÍ hevur sostatt tapt tríggjar dystir á rað í lands- og steypakapping. Í landskappingini er liðið dottið niður á 3. pláss eftir tap móti tveimum kappingarneytum hesa seinastu vikuna. Tapir KÍ eisini móti triðja kappingarneytanum næsta umfar, so liggur liðið møguliga heilt niðri á 5. plássi. Vánaligu úrslitini seinastu tíðina koma ikki av tilvild og tað merkist á liðnum, at nógvir leikarar spæla uttan neyðuga sjálvsálitið. Leikliga hongur lítið saman, spælir gongur seint, spæligleðin er ikki tann sama sum fyrr í árinum og fáir mál møguleikar eru skaptir seinastu dystirnar. Í verjupartinum fara nú ofta minst tvey mál ígjøgnum. Nakað sum annars hevur verið óvanligt í langa tíð, um vit eisini telja árið í fjør við. Leikararnir stríðast, men seinastu eyka prosentini, sum skulu til fyri at seta seg á dystin, mangla. Hetta var fyrsta tapið hjá KÍ móti Víkingi í fýra ár, og hjá KÍ hevur gongdin verið tann seinastu umførini, at liðið tapir ella missir stig, har tað ikki hevur verið vanligt. Pílarnir peika við øðrum orðum beint niðureftir hjá KÍ í løtuni, hóast stigatalvan enn sær hampilig út fyri norðoyingar, tí liðið liggur á 3. plássi og ”einans” trý stig aftanfyri oddaliðið.






























































































