Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv órudd og nógvir skaðar

Oliver Joensen

Á Norðoyri eru tey heldur ikki sloppin undan skaða á ognir nú ódnirnar hava herjað. Men nógvir av skaðunum høvdu kunna umgingist, um so var at betur var tikið upp.

Ein gongutúrur ídag váttar, at har liggur sera nógv úti í náttúruni, sum ongin varðar av, og sum liggur so fyri, at verður tað ikki tikið upp áðrenn næstu ódn, so er stórur vandi at hetta fer at fúka millum húsini. Hetta má og skal takast upp, tí hetta kann jú eisini vera til óbótaligan skaða fyri børn og vaksin til gongu, ja, eisini um tú ert inni um illa vil til.

Annars hava bjargingarfólk sagt, at fólk ídag eru meira umhugsin um at taka upp rundan um hjá sær sjálvum. Men nú veðrið hevur verið sera vánaligt leingi, er nógv komið at liggja leyst, helst partar av slíkum, sum farið er av vindi seinastu tíðina. 

Harleyfacadeacryl