Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv ”Panama-skjøl” verða avdúkað í kvøld

Helgi Abrahamsen

Í kvøld verður ein risastórur dátugrunnur við einum parti av sonevndu ”Panama-skjølunum” latin almenninginum. Tað er altjóða felagsskapurin fyri rannsakandi journalistikk, ICIJ, ið letur skjølini við nøvnum á 200.000 feløgum, grunnum og persónum, ið hava samstarvað við advokatskrivstovuna Mossack Fonseca í Panama.

Hóast talan er um sera nógv skjøl, so er talan bara um ein part av teimum tilsamans 11,5 milliónunum av skjølum, ið ICIJ hevur fingið fatur á. Felagsskapurin hevur valt ikki at geva víðari skjøl ið innihalda upplýsingar um pass og telefonnummur.

Jim Sørensen, átaksleiðari hjá Taks í Danmark sigur við DR, at tey fara at leita í skjølunum, so skjótt sum tey fáa hendur á teimum, men hann leggur tó dent á, at tað at eitt navn er at finna á listanum er í sær sjálvum ikki prógv um at nakað ólógligt er farið fram.

”Tað er eingin ivi um, at nøkur av teimum sum hava samstarvað við Mossack Monseca, hava goldið tann skattin, sum tey eiga at gjalda,” sigur hann.

Føroyska Taks samstarvar við Skat um hetta málið.