Nógva avfallið ímorgin og fyrrapartin, hevur elvt til trupulleikar ymsastaðni kring um í Klaksvík.
Tá fólk fóru til arbeiðis ímorgin av Rættargøtu, stóð vegurin undir í vatni og nógv grót og skursl var komið oman á vegin orsakað av at eitt frárensl ikki svølgdi og tískil fór vatnið uppum og tók nógv tilfar við sær oman eftir Rættargøtu.
Norðuri á Helnabrekku vóru eisini trupulleikar. Niðanfyri sambýlið á Heygnum brustu denkslini upp og vatn og óhumska floymdi oman av parkeringsplássinum niðanfyri Sambýlið á Heygnum. Tó hava trupulleikar ikki verið í sjálvum sambýlinum.
Nógvastaðni kring um í býnum hava smærri trupulleikar verið av nógva vatninum. Úti í bátahylinum kom sera nógv vatn niður, men har sýntist ongir trupulleikar at vera at taka ímóti vatninum, sum floymdi út í bátahylin.
Hvussu ógvusligt avfallið hevur verið ímorgun er ilt at siga, men gamalt er, at tá illa stendur til við avfalli kunnu teljast 60 áir oman eftir Kjølinum og hóast nógvar vórðu at síggja ímorgun, so vóru tær ikki 60. Í vanligum veðri sæst ongin á oman eftir Kjølinum.




