Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv regn síðani seint seinnapartin

Oliver Joensen

Í Klaksvík hevur verið rættuligt grimdarregn ídag, og vegadeildin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur havt úr at gera.

Jógvan Johannesen frá vegadeildini sigur í kvøld, at teir hava verið einir 6-8 mans hjá kommununi úti síðani klokkan 17 ídag. Orsøkin er at so nógv er í áum og kloakkum, at bert heilt lítið skal koma fyri í teim nógvu ristunum, til at vatnið floymir út har tað ikki eigur at vera og vit hava havt fleiri smáskaðar kring um í býnum.
Afturat vegadeildini hjá kommununi, hevur brandliðið eisini havt úr at gjørt. Brandur Petersen hevur tikið hesa myndina inni í kjallaranum í Emmaus, har vatnið eisini floymdi inn.
Men tíbetur bleiv gjørt vart við trupulleikan so skjótt, at skaðin ikki er so ógvusligur.