Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv sigling um Leirvíksfjørð

John William Joensen

Síðan løgreglan og skipaeftirlitið steðgaðu siglingina við størri bátum í gjár eru rættuliga nógvir smærri bátar farnir at sigla um fjørðin

Í morgun var rættulig rokan norðuri á bátabrúgvunum. Baði størri og smærri bátar syrgdu fyri at ferðafólk sloppu um fjørðin og tað gekk baði skjótt og gott.
Í gjár gjørdi skipaeftirlitið kanningar umborð á nøkrum bátum og teir fingu at vita at teir ikki høvdu loyvi at sigla, men eins og Norðlýsið fryktaði fyri í gjár so førdi hetta til at alsamt fleiri fóru at sigla við egnum bátum.

Í morgin kemur tingið saman at viðgera verkfallið, so vantandi hendir einki fyrr enn í morgin. 

Harleywoodpaint