Besti báturin, sum hevði sett fýra gørn fekk umleið 1000 pund í gørnunum ímorgun.
Borðoyarvik er ikki besta sildapláss í Føroyum, hóast har er eitt sløg nærum á hvørjum ári, og ímorgun bragdaði rættuliga hjá tveimum bátum, sum høvdu sett gørn í gjárkvøldið. Poul Nolsøe Mikkelsen og Bjarni Danielsen settu fýra gørn og fingu yvir 1000 pund í og ein annar bátur, sum setti trý gørn fekk 650 pund.
Tað munnu vera nógv ár síðani at so mikið hevur verið at fingið á Borðoyarvík.




