Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógv spælitíð til lokalar KÍ-leikarar í 7-1 sigri

Jákup Ósá

Tað bleiv ársins størsti sigur á útivølli hjá einum vælspælandi KÍ-liði í Fuglafirði í dag.

Hóast KÍ var skert til dystin við at Markus O. Pettersen, Rói M. Hentze, Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Patrick Da Silva, Hallur Hansson, Mads B. Mikkelsen, Issah Ahmed Latif, Jonn Johannessen og Sivert Gussiås ikki vóru tøkir (Odmar kom tó inn síðstu minuttirnar), so stóð ikki á at vinna dystin móti ÍF. ÍF spælir við eini leikskipan, har tríggir miðverjar eru inni og ímun til dystin í Klaksvík, har KÍ hevði trupulleikar, so hevði KÍ í dag skift til at eisini spæla við trimum í miðverjuni. Hetta skuldi vísa seg at rigga væl, tí KÍ spældi ein góðan dyst.

KÍ kom væl frá byrjan og skoraði uppá sínar fyrstu møguleikar. Hetta gjørdi alt lættari og sum dysturin gekk so var tað einvegis ferðsla. Nógvir ungir lokalir KÍ-leikarar fingu nógva spælitíð í dag. Hannis Matras, Børge Petersen, Símun Kalsø, Óli Ey. Poulsen, Jákup N. Vilhelmsen og Silas Gaard antin byrjaðu ella komu á vøllin. Í mun til onkrar aðrar dystir, so koyrdi KÍ á til síðsta bríksl og tað dámar áskoðarunum, ið tá fáa gott undirhald allan dystin, hóast dysturin er avgjørdur í fyrra hálvleiki.

KÍ vann 7-1 og stóri leikarin var sum so ofta í ár Páll A. Klettskarð, sum skoraði trý mál og legði upp til tvey mál. Jákup N. Vilhelmsen skoraði í sínum fyrsta dysti á besta liðnum. Hini málini skoraðu Deni Pavlovic, Árni Frederiksberg og Vegard Forren.

 

Harleyfacadeacryl