HB kann taka stórt fet móti FM mikukvøldið, meðan AB antin bjargar sær sætið í deildini ella skal suður til Trongisvágs at spæla botn “gysara” sunnudagin.
HB kann taka stórt fet móti FM mikukvøldið, meðan AB antin bjargar sær sætið í deildini ella skal suður til Trongisvágs at spæla botn “gysara” sunnudagin.
Mikudagin kl. 17.00 spæla AB og HB útsettan dyst á Argjum. Dysturin hevur sera stóran týdning fyri bæði liðini, har HB stríðst við at fáa fatur á FM heitinum, sum teir hava ligið til í alt ár, meðan AB royndir at bjarga sær plássið í deildini, áðrenn seinastu umførini.
Avgerandi fyri HB
Hjá HB er talan um nærmast FM dyst, har liðið við sigri kemur 8 stig framum ÍF við bara 15 stigum eftir at spæla um. Og tá HB næsta umfar hevur “lættan” heimadyst móti 07Vestur, so merkir tað helst eisini minst ein mun á 8 stig umframt nógv betri málúrtøku áðrenn seinastu 4 umførini. Við øðrum orðum tryggjar HB sær helst FM heitið við sigri á Argjum. Hinvegin kann eitt møguligt tap einaferð enn geva ÍF eina vón, tí um 12 dagar skal HB til Fuglafjarðar. Tá kann ÍF – um teir vinna móti Víkingi sunnudagin – minka munin niður til 2 stig, væl at merkja um HB tapir á Argjum. Var EB/Streyma dysturin fyrsta stóra fetið hjá HB móti FM heitinum, so kann hetta vera tað næsta og endaliga fetið.
AB kann umganga “gysaran” í Trongisvági
Fyri AB er eisini talan um sera týdningarmiklan dyst. Liðið er tað av teimum trimum(AB, KÍ og TB) liðunum, sum í løtuni kappast um yvirliving í stríðnum um 9. plássið, sum hevur besta útgangsstøðið. 6 stig eru niður til niðurflytingarstrikuna, men tað kann lættliga broytast næstu vikurnar, um AB ikki fær stig her. Tí AB møtir sunnudagin TB við Margáir, áðrenn KÍ vitjar á Argjum. Tískil kann AB í veruleikanum mest sannlíkt bjarga sær við einum sigri í hesum dystinum móti HB. Tí tað er ikki hugsandi, at bæði KÍ og TB, sum í langa tíð hava koyrt í tómgongd, fara at heinta ávikavist 7 og 9 stig inná AB uppá 4 umfør. Men tapir AB her, so kann TB við sigri sunnudagin bara vera 3 stig aftanfyri AB, og tá er als einki avgjørt. Tískil avgerð hesin dysturin, um AB skal spæla botndyst sunnudagin ella ikki. Tað er langt síðani, at AB spældi á heimavølli, har teir vunnu ikki færri enn 6 dystir á rað á heimavølli í summar.
Dysturin á Argjum byrjar kl. 17.00 og dómari verður Páll Augustinussen.
Norðlýsið tippar:
Talan er um ógvuliga avgerandi dyst. Ein sigur ger, at vinnarin allarhelst hevur rokkið málsetninginum í ár, meðan eitt tap útsetir pínuna, har tað ikki skal óvanliga nógv til fyri, at tapandi liðið kann koma at pínast til seinasta umfar. AB spælir aftur á heimavølli, har teir í summar ikki vóru til at steðga. Sigurin í Sarpugerði sunnudagin var ein staðfesting av framgongdini hjá AB í 2013, har liðið nú eisini kann gera um seg á útivølli. Hjá HB bleiv sigurin móti EB/Streymi – enntá uttan fleiri lykla leikarar – lættari enn væntað. FM heitið er nærri enn nakrantíð og HB er lítil favorittur til hendan dystin. Bæði liðini kunnu tó liva væl við einum javnleiki, sum vit eisini tippa. Tipping: X




