Effodeildin: Úrslitini í dag lagaðu seg soleiðis, at dysturin mikukvøldiðí Klaksvík sær enn meira áhugaverdur út enn áðrenn.
Bæði TB og NSÍ vunnu í dag og tað ger, at EB/Streymur, sumofta eru seinir at koma í gongd, nú er undir niðurflytingar strikuni. Tí verðurtað uttan iva eitt sera uppsett lið, sum vitjar í Klaksvík, har teir ikki havatapt í 10 ár.
Við javnleikinum hjá HB í dag, so kann KÍ við sigri leggjaseg einsamalt á odda. KÍ fær ikki vant vegna kava og tí venur Effohópurin hjáKÍ á Svangaskarði í kvøld og í morgin. Staðfestast má, at lagt er upp til einsera spennandi dyst mikukvøldið í Klaksvík, tá Fish Fair eisini er og tí kannroknast við sera nógvum áskoðarum, nú eingin annar dystur í bestu deildini erhendan dagin.




