Á hvørjum ári í august eru nakrar nætur, har nógv stjørnuskot er at síggja á himmalhválvinum, og í ár verður roknað við serliga nógvum stjørnuskotum.
Á hvørjum ári í august eru nakrar nætur, har nógv stjørnuskot er at síggja á himmalhválvinum, og í ár verður roknað við serliga nógvum stjørnuskotum. Tað skrivar heimasíðan yr.no, sum norska Meteorologisk Institutt og kringvarpið NRK standa aftanfyri.
Orsøkin til stjørnuskotini er, at dust frá eini komet við navninum Swift-Tuttle ferðast framvið jørðini, og tá tey raka lofthavið byrja tey at brenna.
Í ár verður hetta fyribrigdið at síggja hesa vikuna, og roknað verður við, at tað fer at verða munandi kraftigari í ár enn onnur ár. Serliga frá týsdegnum til leygardagin verða nógv stjørnuskot at síggja, og tey koma í hæddina náttina til fríggjadagin og náttina til leygardagin.
”Vanliga eru 80 – 100 stjørnuskot at síggja hvønn tíma, tá hetta fyribrigdið rakar, men hesaferð vísa útrokningar at vit kunnu rokna við at síggja 150 – 160 stjørnuskot um tíman,” siga Anne Mette Sannes, vísundamiðlari og Knut Jørgen Røed Ødegaard, stjørnualisfrøðingur við yr.no.
Um orsøkina til at tað natúrliga fýrverkið verður so serligt í ár siga tey, at jørðin hesaferð rakar í tann tættasta partin av dustlagnum frá Swift-Tuttle.
Sambært veðurforsøgnunum verður klárt veður í annaðkvøld, meðan tað sær meira grátt út seinni í vikuni.
Fyri at síggja stjørnuskotini er best at fara burtur frá bygdum øki, har nógv elektrisk ljós eru, og best er at hyggja í ein landnyrðing.




