Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv virksemi á Kósini í dag

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Polarhav, Stjørnan, Safir, Smaragd og Grønanes landa allir á Kósini í dag.

Polarhav og Stjørnan hava roynt eftir gulllaksi og hava fulla last ella umleið 270 tons nú teir landa á Kósini. Safir og Smaragd royna eftir upsa og høvdu teir tilsamans góð 200.000 pund, meðan Grønanes, sum eisini roynir eftir upsa, hevði umleið 100.000 pund. Upsin verður víðari virkaður á flakavirkinum á Kósini.