Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv virksemi á Kósini

Oliver Joensen

 Vit fingu tonna á ein av skiparunum fyri løtu síðani, nevniliga Agnar Joensen, skipara á Grønanes. Vit hava verið úti í einar 12 dagar, og jú, fiskiskapurin hevur bara verið hampuligur. Sjálvt um vit hava havt misjavnar dagar, so hava heilt góðir dagar verið inn ímillum. 

Vit á Grønanesi partrola saman við Vesturtúgvuni. Vesturtúgvan landar í Havn. Vit hava eini 110 tons í lastini so Vesturtúgvan hevur á leið tað sama.

Veðrið hevur ikki verið av tí besta hendan túrin og tó hava vit ongan bakkdag havt, píningaveður, vit kalla.

Upsin vit hava fingið hendan túrin er stak góður og prísurin liggur um 9-10 krónur fyri kg. 6 mans eru við Grønanesi. Eg rokni við, at vit fara avstað aftur í kvøld, tað verður eystureftir, har at kalla øll skipini, sum trola eftir upsa eru, sigur Agnar Joensen at enda.

Harleyfacadeacryl