Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv virksemi á smoltstøðini

Danial Viðoy

Viðareiðis-tema: Størsta arbeiðsplássið í bygdini, ið hvussu er innan privata, er smoltstøðin inni á Dalhelli. Í dag vaccinera tey og tískil eru fleiri arbeiðsfólk innkallað. Tað eru 8 ársverk á smoltstøðini, umframt at tíðum verða innkallað fleiri.

Tað er ikki at taka seg aftur, at smoltstøðin hevur nógv at siga fyri Viðareiðis Kommunu og ikki minst fyri pengakassan. – Bakkafrost hevur ikki goldið stórvegis til kommununa seinnu árini, men í komandi ár broytist hetta til eitt væl størri og munabetri tal.

Tað var gott lag á arbeiðsplássinum í dag. Veðrið ávirkar ein og hvønn, eisini viðingar.

Jóhan Heini Heinesen er royndur arbeiðsmaður á smoltstøðini. Hann sigur, at teir fáa 3,2 mió smolt í gjøgnum um árið. – Eisini peikaði hann mær í eitt kar í dag og segði, at har eru eini 110.000 smolt í.

Mongdirnar eru stórar, rættiliga stórar.

Eisini varð lýtt mær í oyra, at smoltstøðin hevur millum bestu kaffistovur tá ið talan er um útsýni. Hesa viðmerking fær smoltstøðin, hvørja ferð ein útlendingur er á vitjan. Tað er kanska nakað um tað. Sí myndir.