Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv virksemi á Stongunum, onkur manglar fólk til útróðrar

Oliver Joensen

 Hóast fiskiskapurin kundi verið betur, so hevur prísurin vigað nakað upp. Nú Norðsøki og Kallanes eru komnir afturat á Stongunum, er nógv meira virksemi at síggja við egningarskúrarnar.

Í dag hevði Norðsøki 5.500 pund, Líðhamar 5.000 og Bragd 4.500, bert tveir mans vóru við Bragd í nátt. Kallanes hinvegin hevur verið vestanfyri, tað frættist frá teimum, tá teir høvdu 10 stampar eftir at draga, at teir høvdu góð 4000 pund.

Hevur tú annars hug til útiróður, so er at halda teg framat, tí tað stendur á við hvørt hjá útróðrarbátunum at fáa fólk. Nú tað gongur ímóti bestu fiskitíð er væl at forvinna við útiróðri.