Seinnu árini hevur dart ítróttin verið í stórari menning og í Klaksvík verða nógvir pílar kastaðir hvørja viku
Seinnu árini hevur dart ítróttin verið í stórari menning og í Klaksvík verða nógvir pílar kastaðir hvørja viku
Eitt av dartfeløgunum í Føroyum er Klaksvíkar Dartfelag (KDF). Í KDF er venjing hvørt kvøld í vikuni frá kl. 19, tó undantikið hóskvøld. Inni í loftshæddini á Uppsalagøtu 23, har klubbin helt til fyrr, eru ofta nógv fólk til venjing, ella tey koma at hyggja og práta.
Seinastu tíðina hevur felagið ment seg sera nógv, og koma fleiri og fleiri kjallara spælarar undan kavi. Orsøkin er ivaleyst, at sjónvarps rásirnar senda meir og meir dart og síðani tað at KDF vinnur heiðursmerkir til ymsu kappingarnar, sum verða fyriskipaðar í Føroyum.
Bogi Isaksen er við at mynda toppin hjá monnunum og Terja Ósa hjá kvinnunum, men Sofía Juel Rasmussen og Liljan Jacobsen hava eisini gjørt vart við seg hjá kvinnum. Seinasta vikuskifti fekk Kristian Joensen bæði gull og bronsu hjá monnunum.
Úr KDF frættist at øll eru vælkomin inn á gólvið at royna seg, og eisini um ørindini bert eru til ein kaffimunn og eitt gott prát.




