Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv virksemi í Fjallafípuni

Oliver Joensen

 Útibarnagarðurin Fjallafípan, sum liggur uppi í Gravardali, er sera væl umtóktur. Barnagarðurin var als ikki bygdur til barnagarð. Upprunaliga er hetta eitt projekt hjá Kunningarstovuni í Klaksvík at loysa kampingpláss tørvin í Norðoyggjum. Vegur varð gjørdur niðan, økið planerað og so blivu nakrar sokallaðar paviliongir ella kontainarar um tú vilt sett á øki. 

Seinni fekk Klaksvíkar Kommuna eitt hugskot um at leiga bygningarnar frá ferðavinnuni og gera eina roynd við útibarnagarði har. 

Hetta hevur verið ein sólskynsstova, tí børnini í Fjallafípuni trívast væl, og leiðarin, Hans Juul Arge sigur, at hann er sera væl nøgdur við umstøðurnar í Fjallafípuni.

Hann sigur, at tey liggja burtur frá allari bilferðslu, tey hava eitt sera stórt øki til allar aktivitetir hjá børnunum, vit hava hønur og kaninir, sum børnini ganga nógv uppí. Eitt telthús hava tey eisini, har tey við hvørt tendra grillina og leggja nakrar pylsur á ella heita kakkao. Niðan í Gravardal er góður møguleiki at fara, oman í Grøvina og á Borðoyarvík, og nógvir krókar eru, har børnini kunnu vera fyri seg sjálvi.

Eg havi ikki upplivað, at foreldur hava tikið børnini aftur, tí vit hava verið ov nógv úti ella tílíkt. Tá børnini koma í barnagarð her, so er tað um summarið, og tá er lætt hjá teimum at fella til í góðveðri. Tá so heystið og veturin koma, tá eru summi kanska eitt sindur meira varðin enn onnur, men tað hevur uttan undantak víst seg, at børnini búnast við uppgávuni, sigur Hans Juul Arge, leiðari.

Norðlýsið var á vitjan ídag við myndatólinum, og niðanfyri eru nakrar myndir frá teim fýra jólaverkstøðunum, sum skipað hevur verið fyri, tey baka, gera jóladekoratiónur, Klippa og Smíða. Tingini sum tey hava gjørt, hava børnini fingið við heim til foreldrini.