Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv virksemi í Hvannasundi

Oliver Joensen

 Seinnapartin í dag, vóru ikki minni enn trý fraktskip í Sundinum. Allan Simonsen, sum er leiðari á havnini í Hvannasund sigur, at skipini eru komin við sandi til Artion, sum eg veit, sigur Allan Simonsen, so skulu 1800 tons brúkast til smoltstøðina ímeðan 1500 tons skulu brúkast til tunellina og til kajarbeiðið, ið gjørt verður í Sundinum, nakað til kajina sum Bakkafrost ger norðanfyri saman við kommununi og nakað til stoypingina av kajini til Rituna.

Harafturat fara vit at asfaltera alt økið frá byrgingi og suður til Rituna.

Skinnarar, ein nýggjur vognur og eitt spæl eru sett upp norðuri ímóti byrgingini Hvannasundsmegin. Allan Simonsen sigur, at hetta í veruleikanum er ein tænasta til borgararnar her í Sundinum. Tunlarnir norður um fjall eru somikið lágir, at tað ber ikki til at fáa ein kránabil norður, sum kann lyfta teir smáu útróðrarbátarnir vit hava her, tí hava vit gjørt eina lítla beding her, soleiðis at menn kunnu taka bátarnar upp at smyrja botnin, skifta sink og so framvegis.

Hvannasunds Havn koyrir fyri seg sjálva í kommunuregi. Vit hava klára okkum so mikið væl, at tað hevur verið at kalla nóg mikið við inntøkunum, sum havnin her hevur. Tó hava vit verið noyddir at søkja kommunurnar um pening til asfalteringina. Hvannasunds kommuna eigur 60% av havnini ímeðan Viðareiðis kommuna eigur 40%. Asfalteringsarbeiðið fer í gongd í næstum, sigur Allan Simonsen, havnaumsjónarmaður í Hvannasundi.

Harleyfacadeacryl