Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvan fisk í dag

Jákup Ósá

Norðsøki og Bragd seldu á søluni hjá fiskamarknaðinum í morgun.

Norðsøki og Bragd seldu á søluni hjá fiskamarknaðinum í morgun.

Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum hevur verið javnt góður seinastu vikurnar og dagurin í dag er einki undantak. Bátarnir hava roynt norðanfyri. Norðsøki hevði góð 9000 pund, meðan Bragd hevði góð 8000 pund. Bjørgvin, sum vanliga hevur nógv færri stampar við enn hinir størru bátarnir, hevði knapt 4000 pund. 
Líðhamar er eisini úti, men seldi ikki hjá FMF í morgun. Helst tí, at hann verður seinur aftur í dag.